Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Hátíðarløta í Miðstaðarlundini

Jóhann Lützen

Í gjár var ein serlig hátíðarløta í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Norðlýsið var á staðnum og fekk nógvar góðar myndir

Málningaframsýningin á Varmakeldu fyllir 50 ár, og í hesum sambandi er skipað fyri stórfingnari listaframsýning í Fuglafirði. Í gjár var “fernisering” við talum og tónleiki í Miðstaðarlundini. 

Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð saman við Frits Johannesen arbeitt við at fáa hesa listaframsýning upp at standa. Arbeiðssetningurin var: 50 ár, 50 listafólk og meir enn 5 støð. Hesin setningur er náddur, og gjár eftir ferniseringina lótu 6 støð runt um í Fuglafirði dyrnar upp, har bæði kend og minni kend listafólk, leik og lærd, sýna fram sína list. Tað, sum hesi fólkini hava til felags, er, at onkur ættartráður á onkran hátt flættast til Fuglafjørð so ella so.

Tvær spennandi undansýningar hava longu verið fyrr í hesum mánaðinum. Tann fyrra var ein afturlítandi framsýning við teimum gomlu, sum løgdu lunnar undir og byrjaðu við hesum sýningunum í 1969. Hin var ein framsýning við verkætlanum hjá arkitektum, sum eisini hava tilknýti til Fuglafjørð. Hesar báðar framsýningarnar verða at síggja í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla á Varmakeldu.

Í sambandi við fimmtiárahaldið er gjørd ein hátíðarplakat, sum kann keypast í Piddasahandli.

Norðlýsið var á staðnum og sum myndirnar vísa vóru nógv fólk til hátíðarløtuna