Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Søgulig vika á Dalinum

Tíðindaskriv

Á Kambsdali hava ikki færri enn fýra prógvhandanir verið farnu vikuna. Fýra smærri og størri hópar hava fingið prógv á teimum fýra útbúgvingunum skúlin bjóðar.

Fríggjadagin í farnu viku fingu níggju næmingar FHS prógv (myndin omanfyri). Millum næmingarnar var Emil Bjarnaskor, sum í talu síðani m.a. segði, at hann visti ikki um nakran í kongaríkinum, sum í líknandi umstøðum sum hansara, hevði megnað at gjøgnumført eina miðnámsútbúgving.

Týsdagin vóru fyrstu 6 næmingarnir á serbreyt á miðnámi í Føroyum lidnir (myndin niðanfyri). Talan er um eitt slóðbrótandi og inkluderandi skúlatilboð. Útbúgvingin tekur fýra ár, og í løtuni eru 20 næmingar, ið ganga á serbreyt á Kambsdali.

 

 

Í gjár var prógvhandan fyri studentunum, sum í ár eru 148 í tali (myndin niðanfyri). Á Kambsdali eru breytirnar búskapar-, fyrireikingar-, hug-, og náttúrubreyt. Próvhandanin fór fram í ítróttarhøllini og eftir handanina bjóðaði skúlin drekkamunn á skúlanum. Eini 800 fólk vóru til handanina.

 

 

Í gjár vóru eisini prógvini til tríggjar næmingar, sum í ár hava lokið fulla akademiútbúgving, handað (myndin niðanfyri). Hetta er útbúgving, ið fer fram sum stakgreinalestur um kvøldið. Næmingarnir, sum nú blivu lidnir í ár, byrjaðu allir í 2015.

 

 

Vit ynskja øllum til lukku, eitt gott summar og blíðar byr framyvir.