Liðið býr í Klaksvík og skal eisini spæla móti KÍ.
Í hesum døgum vitjar U15-liðið hjá Racing í Føroyum. Racing er eitt felag, sum er í bestu deildini í Uruguay. Sunnudagin kl. 12.30 spælir liðið móti U15 landsliðnum í Havn og mánakvøldið kl. 19.00 spælir Racing móti U15-liðnum hjá KÍ í Leirvík.
Hópurin býr á Skúlatrøð í Klaksvík.





