Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði aðalfund mánadagin 20. mai, har ávís útskifting var í nevndini.
Karl Birgir Isaksen og Hilmar K. Danielsen, sum hava sitið í nevndini ávíkavist í 15 og 10 ár, ynsktu ikki afturval hesaferð.
Fyri teir báðar komu í nevndina, Jan Petersen og Frimodt Rasmussen.
Á nevndarfundi fríggjadagin 28. juni, skipaði nevndin seg soleiðis:
Jan Petersen, formaður
Frimodt Rasmussen, næstformaður
Elsubeth Poulsen, peningarøkil
Rani Nolsøe
Heini Hansen.
Vinnulívsráðið varð stovnað í kreppuárinum 1992, har flestu fyritøkur í Klaksvík og sum hava tilknýti til Klaksvík, eru limir. Ídag eru 55 fyritøkur limir í ráðnum.
Allar fyritøkur sum hava tilknýti til Klaksvík og Norðoyggjar, kunnu tekna seg sum lim.




