Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways flogið fyrsta túrin til París

Tróndur Ellingsgaard

Tjóðarflogfelagið lendi í dag um 14 tíðina á fyrsta sinni á Charles de Gaulle flogvøllinum í París.

Tað var ein fullur flúgvari, sum í morgun setti kósina móti París. Við í flúgvaranum var ein hópur av ferðafólkum, umframt umboð frá Atlantic Airways. Sannur hátíðardámur var umborð, tá flogfelagið beyð øllum ferðandi eina máltíð og sjampagnu.


Letur upp nógvar møguleikar
Sølu- og marknaðarleiðarin hjá Atlantic Airways, Árni Olsen, greiddi umborð á flogfarinum teimum ferðandi frá, at tey gleddust almikið um hesa nýggju flogleiðina. Hann segði, at tey síggja sera stórar møguleikar við hesi nýggju leiðini, og at tað í høvuðsheitum eru trý bein, ið nýggja flogleiðin skal hvíla á. Fyrsta beinið eru allir teir føroyingar, ið ferðast til París, annað beinið eru fraklendingar, sum ynskja at vitja Føroyar, meðan triðja beinið eru føroyingar, ið vilja nýta París sum eitt fet á vegnum, tá tey skulu víðari út í heim.


Hátíðarhald á flogvøllinum
Eftir at flúgvarin hevði sett seg í París, varð skipað fyri hátíðarhaldi á flogvøllinum. Umboð frá KLM og flogvøllinum vóru til staðar, umframt umboð frá Atlantic Airways.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, segði nøkur orð, har hon fegnaðist um nýggju flogleiðina, og síðani bleiv reyði tráðurin kliptur.


Fara at flúgva tríggjar ferðir um vikuna
Ætlanin er, at Atlantic Airways skal flúgva til París árið runt. Komandi tíðina verður flogið trýggjar ferðir um vikuna, meðan tað eftir 30. september verður flogið tvinnar ferðir um vikuna, fram til 20. desember.