Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Triðja útgávan av Fyndini er nú á gøtuni!

Tróndur Ellingsgaard

Útgávan hesaferð er størsta útgávan av Fyndini higartil – 92 síður fullar av áhugaverdum tilfari.

Blaðið hesaferð setur sjóneykuna á at ferðast alt lívið.

Les um Ingigerð á Trøðni, sum hevur mist og ferðast víðari. Um Sólorku, sum ístaðin fyri at senda fólk út í heim, tekur ímóti fólki úti í heimi. Um Henny, sum søkti um pensjón og um at renna marathon samstundis, og um Katrina og Eilif Samuelsen, sum hava ferðast saman gjøgnum lívið, og hóast høgan aldur ferðast enn. Eisini fært tú góð ráð frá kostfrøðinginum Poulu Patursson um, hvussu tú varðveitir góðu heilsuna, tá tú ferðast.

Vit ynskja at koma við íblástri og góðum ráðum til tykkum, sum ferðast nógv og eisini til tykkum, sum kenna, at tað at ferðast er torførari, enn tað var, tá styrkin var mest.

Fyndin fæst í flestu sølubúðunum í landinum.

Góðan lesihug!