Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lova 33 hitastig í Luzern hósdagin

Jákup Ósá

KÍ fær eyka avbjóðingar í Luzern.

Eitt er, at Luzern helst er tað sterkasta mótstøðuliðið, sum KÍ hevur møtt í øllum førum síðani AIK í 2017. Nakað annað er hitin, sum væntast í Sveis, tá dysturin verður.

Sambært yr.no, so væntast 33 hitastig hósdagin í Luzern í Sveis. Dysturin verður leiktur kl. 20.15 lokala tíð. KÍ hevur ikki leikt í nærheitini av slíkum hita í Europa tey síðstu árini.