Í gjár byrjaði landskappingin í Sveis.
Komandi mótstøðuliðið hjá KÍ, Luzern, spældi á útivølli móti St. Gallen. Í einum dysti, har St. Gallen fyri tað mesta var betra liðið, so avgjørdi Luzern móti endanum, fyrst við at fáa brotsspark eftir eina deyðbóltsstøðu og síðani uppá eitt skjótálop, har St. Gallen sendi nógv fólk fram í álopspartin fyri at javna. Sí hæddarpunkt niðanfyri, har VAR eisini spældi ein stóran leiklut.


