Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kári Svenson hevur listaframsýning í Kringvarpinum 

Tíðindaskriv

“Mítt innara landslag” er heitið á listaframsýning, sum Kári Svensson letur upp í forhøllini í Kringvarpinum tann 25. Juli kl. 16.00. Íblástur til fleiri málningar hevur Kári Svensson fingið í Norðoyggjum.

Listamaðurin hevur av álvara gagnnýtt hæddina í høllini við størri málningum í tveimum hæddum. 

Á framsýningini eru tilsamans 23 málningar, størri og smærri, við einum summarligum dámi. Íblástur til fleiri málningar hevur Kári Svensson fingið í Norðoyggjum. 

Tá framsýningin letur upp, sigur listarkvinnan, Sigrun Gunnarsdóttir, nøkur orð um Kára Svensson og list hansara, og Flóvin Viderø spælir og syngur nøkur løg. 

Framsýningin er opin dagliga frá kl. 09.00 til kl. 18.00. Leygardagar frá kl. 10.00 til kl. 14. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin frá kl. 14.00 til kl. 20.00.