Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Eiler Juul Samuelsen

Hergerð, Oluffa og Petur

Hjartans takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi langabbi og beiggi

Eiler Juul Samuelsen

Eiler bakarin, Klaksvík

føddur 08.06.1937      deyður 29.05.2019

andaðist og varð jarðaður.

 

Takk til Klaksvíkar sjúkrahús og B8 fyri góða hjálp, takk til Derhard Jógvanson og Hanus á Gørðum, sum komu á Landsjúkrahúsið, fyri andakt og bøn, tað kvøldið Eiler andaðist.

Stóra takk til Steinbjørn Jacobsen fyri góð og troystarík orð í kapellinum, Hanus á Gørðum fyri góð og troystarík orð til jarðaferðina í Christianskirkjuni.

Takk til kirkjutænarnar, takk, Klaksvíkar hornorkestur fyri spæl í kirkjuni, og takk KFUM & K kórið fyri sangin, sum tit sungu uttanfyri KFUM & K.

Takk fyri heilsanir, telefonuppringingar, og øll tit sum komu at vitjan. Takk fyri bakstur, og takk øll tit sum hjálptu til við ervinum.

Takk fyri blómur og kransar, takk fyri peningagávur til Klaksvíkar hornorkestur.

Takk, øll tit sum fylgdu Eileri til hansara seinasta hvíldarstað.

 

Vegna familjuna

Hergerð, Oluffa og Petur

 

Harleywoodpaint