Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almennur fundur um heilsuverkið – nú og framyvir

Tjóðveldi

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, bjóðar í kvøld inn til almennan fund um heilsuverkið nú og framyvir.

– Hendan samgongan hevur tikið nógv stór tøk innan heilsuverkið. Eitt av heilt stóru tøkunum vit hava tikið er at sameina sjúkrhúsverkið. Hvat merkir hetta, hvussu hevur gongdin verið, hvussu langt eru vit komin, og hvøjar ætlanir og avbjóðingar eru fyri framman. Tað er millum annað tað, sum er á skránni á fundinum í kvøld.

Tiltakið verður í kvøld klokkan 19.00 á Niels Finsensgøtu 16 í Havn. Kom og hoyr meira og kom og sig tína hugsan.  Kaffimunnur verður at fáa og øll eru vælkomin.

 

Tjóðveldi

Harleyfacadeacryl