KafEin hevur opið hvønn dag fram til valið, og nógv gott er á skránni.
Mánadagin lata vit upp kl. 18. Dagur og vika og Andglettur verða víst á stórskíggi. Og vit bjóða nýbakaðar vaflur.
Kl. 20 kemur Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri og floksformaður, at kunna um fiskivinnunýskipanina. Aftan á er møguleiki at spyrja Høgna um fiskivinnuna og onnur mál.
Mikudagin bjóða vit nátturða frá kl. 18. Síðan fara vit til valfundin í skúlanum, so vit saman kunnu stuðla valevnum okkara. Tá ið valfundurin er liðugur, er kafEin aftur opin, har Unga Tjóðveldið fer at skipa fyri Pubkviss.
Týsdagin, hósdagin og fríggjadagin er opin frá kl. 18. Enn er einki á skránni, men tit eru altíð vælkomin at koma fram við. Valevni okkara eru ofta so vítt gjørligt til staðar og til reiðar at svara surningum. Ella tit kunnu fáa ein kaffimunn og eitt gott prát.
Valdagin lata vit upp kl. 10, tá ið valstøðini opna, og hava opið allan dagin.
Vit hava altíð kaffi, te og annað gott at bjóða – og eisini fleiri tónleikarar koma fram við.
Øll eru vælkomin.
Norðoya Tjóðveldisfelag



