Hóskvøldið 29. august kl. 20.00 er forkunnug konsert í Christianskirkjuni við víðagitnu harmonikusnillingunum, Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya úr Russlandi. Tey bæði hava spælt í umleið 20 ár saman og hava ført fram ljómleik í mongum londum og ríkjum, umfatandi Russland, Hvítarussland, Moldova, Estland, Lettland, Litava, Finnland, Danmark, Svøríki, Poland, Týskland, Italia og Stóra Bretland.
Tónlistarliga spenna tey víða og hava umfatandi tónleikaskrá við klassiskum verkum, popp-løgum, jazz-musikki, rokk-tónum og fólkatónleiki. Tey hava vunnið fleiri altjóðað kappingar og heiðurslønir.
Vælútbúnu og fingrafimu harmonikuleyvurnar, Vladimir og Svetlana, fara við sínum framúrskarandi spæli at opna ljómgrindina inn í ein euforiskan tónlistarligan heim, sum ikki kann lýsast við orðum, men bert upplivast.
Svetlana Stavitskaya og Vladimir Ushakova fara at spæla ymsan spennandi og framkomnan tónleik á høgum altjóða stigi.
HÓSKVØLDIÐ KL. 20.00 – VÆLKOMIN Á FORKUNNUGA HARMONIKUKONSERT –



