Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-kvinnurnar kunnu vinna føroyameistaraheitið sunnukvøldið

Jákup Ósá

KÍ skal hava eitt stig fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið.

KÍ-kvinnurnar kundu vunnið FM hóskvøldið, men taptu 1-0 móti EB/Streymi/Skála á Eiði. Nú er enn ein møguleiki, tá somu lið møtast í Klaksvík. Fær KÍ minst javnleik, so er KÍ føroyameistari. KÍ verður eisini føroyameistari, um ÍF/Víkingur/B68 og HB spæla javnleik. Men tapur KÍ og HB vinnur, so verður FM-finala í Tórshavn í síðsta umfarinum og tað vilja KÍ-kvinnurnar helst sleppa undan.

 

Dysturin í Klaksvík sunnukvøldið, ið kann avgera FM, byrjar kl. 19.30.