Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann mjørkadystin á Argjum

Jákup Ósá

Líkindini til at spæla fótbólt hava ikki verið tey bestu hetta vikuskiftið.

Í dag var eins og í steypafinaluni nógvur mjørki, tá AB og KÍ spældu á Argjum. Men eins og í gjár bleiv spælt, hóast í øllum førum áskoðararnir høvdu trupult við at síggja allan vøllin.

KÍ fekk eina frálíka byrjan, tá Boris Dosljak legði KÍ á odda innan ein minutt. KÍ fekk eitt mál afturat í fyrra hálvleiki, tá Patrik Johannesen skoraði sítt fyrsta mál eftir summarsteðgin.

B36 og NSÍ vunnu eisini sínar dystir í dag og støðan er tí óbroytt í toppinum, har B36 og KÍ enn hava alt í sínum hondum, nú fýra dystir eru eftir hjá teimum trimum fremstu.