Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Rumenia er greiður favorittur

Jákup Ósá

Veddingarfyritøkurnar eru komnar við sínum oddsum uppá landsdystin á Tórsvølli í morgin.

Í morgin vitjar Rumenia á Tórsvølli. Í Rumenia vann heimaliðið 4-1. Rumenia er í harðari kapping við Svøríki og Noreg um 2. plássið í bólkinum.

 

Veddingarfyritøkurnar siga, at ein sigur til Rumenia gevur pengarnar 1,25 ferðir aftur. Ein javnleikur gevur pengarnar 6,00 ferðir aftur og ein sigur til Føroyar gevur pengarnar 16,00 ferðir aftur.

 

Dysturin á Tórsvølli í morgin byrjar kl. 17.00.

Harleywoodpaint