Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Í dag kann KÍ taka oddasessin í 1.deild

Jákup Ósá

Útsetti dysturin á Sandi verður leiktur seinnapartin.

B71 og KÍ hava í longri tíð havt ein dyst til góðar í 1.deild. Í dag verður hesin útsetti dysturin leiktur. Bæði liðini hava nógv at spæla fyri. KÍ kann við sigri leggja seg á odda í deildini, meðan B71 manglar tvey stig í at við vissu tryggja sær undan niðurflyting. B71 er fimm stig frammanfyri B36 á 9. plássi. Øll hini liðini hava tveir dystir eftir, meðan B71 og lÍ hava tríggjar dystir eftir.

Dysturin á Sandi byrjar kl. 14.00.