Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyatunnilin stongdur í fleiri umførum

tunnil.fo

Í sambandi við at J.K. Petersen, vegna Klaksvíkar Kommunu, fer undir at gera nýtt vinnuøkið sunnanfyri bátahylin á Borðoyarvík, skal væntast at ferðslan í Norðoyatunlinum verður órógvað í styttri tíðarbilum.

Norðoyatunnilin verður stongdur meðan sprongt verður.  Væntað verður at tunnilin steingir í uml. 10 minuttir undir hvørja spreinging. Tað skal roknast við, at hetta fer at endurtaka seg uml. 25 ferðir næstu tíðina.

Fyrstu ferð verður væntandi í morgin hósdagin 17. oktober.