Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Asbjørn Tungá: 1.deild hjá KÍ hevði klárað seg í Betri Deildini

Jákup Ósá

Fríggjakvøldið skal 1.deildarliðið hjá KÍ spæla avgerandi dyst um at vinna 1.deild. Kravið er minst ein javnleikur á Svangaskarði móti B68.

Undan dystinum liggur KÍ á 1. plássi við 54 stigum. Víkingur á 2. plássi hevur 52 stig. Vinnarin av deildini verður annað av hesum liðunum. KÍ hevur á pappírinum truplari dyst, har KÍ skal møta B68, ið liggur á 5. plássi, á útivølli, meðan Víkingur skal møta Skála, ið liggur á 7. plássi, á heimavølli. Allir dystirnir byrja kl. 18.00 fríggjakvøldið. Venjari hjá KÍ er Asbjørn Tungá og vit hava sett honum nakrar spurningar.

 

 

Hvørjar eru orsøkirnar fyri, at 1.deild kappast um at vinna deildina til tað síðsta?

Orsøkin til, at vit liggja, sum vit gera er nokk tann, at útskiftingin á 1 deild ikki hevur verið so stór tey seinnu árini. So at siga allir hava leikt saman í nøkur ár eftirhondini. Her hugsi eg um teir 1. deildar-leikararnar í hava verið her í nøkur ár nú og nakrir av teimum leikarunum, ið koma niður frá Betri Deildini, hava næstan verið teir somu síðstu árini, so allir kenna hvønn annan eftirhondini og tað er avgjørt eitt pluss og ger tað lættari hjá einum venjara.

 

 

Hvussu er hópurin í ár samansettur?

Hópurin í ár er rættuliga væl samansettur við nógvum royndum, sum eru umráðandi í øllum í ítrótti. Og so er tað jú eisini teir eykaleikarar hjá Betri Deildini, sum koma niður hvørt vikuskiftið, sum absolutt eisini styrkja eitt frammanundan væl samansett og sterkt lið saman við teimum 1. deildar- leikarum, sum hava verið her í fleiri ár. Kanska man tekur munnin ov fullan, men hesin hópurin hevði klárað seg í Betri Deilduni uttan iva. So tað er ein frægd at sleppa stýra hesum hópinum vikuskiftið aftaná vikuskiftið.

 

Hvat fyri dyst kunnu vit vænta okkum á Svangaskarði?

Vit eru væl fyri til dystin fríggjakvøldið, sum kemur at vera ein trupul dystur. Tað er ongantíð lætt at leika á Svangaskarði. Allir menn eru tøkir. Ongar skaðar ella leikbann og í mun til síðsta dyst, so er Tórur Justesen við aftur eftir, at hann var uttanlands seinast. Man kann vænta sær ein dyst, har vit fara inn og gera tað, sum vit altíð hava gjørt til ein dyst. Vit vilja hava bóltin og stýra dystinum. Og tað ger tað ikki verri, at eitt 1. pláss stendur uppá spæl. Eitt gull heiðursmerkið er nakað allir leikarar vilja vinna – óansæð hvat fyri deild tað er. So tað er ein motivatión í sær sjálvum.