Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pól Skarðenni í Smiðjuni í Lítluvík

Tíðindaskriv

Í døgunum fríggjadagin 25. oktobur til týsdagin 29. oktobur hevur Pól Skarðenni listaframsýning í Smiðuni í Lítluvík. Opið er hvønn dag frá kl. 14.00 til 18.00.

Vit búgva í heimsins vakrasta landi, og hetta royni eg at lýsa í mínum málningum. Tað fjølbroytta landslagið og tað skiftandi veðurlagið..
 
Teir flestu málningarnir eru málaðir úti á staðnum, har eg upplivi staðið. Vindurin ger, at eg má seta bardunir á staffiliðið, og er tað stilli um summari, koma mýggjabitarnir og flugurnar og seta seg í málingina (serliga í bláa litin).

Tá tað regnar, verði eg vátur, men oljumálingin tolir væl  vatn. Skínir sólin, verður ein blendaður. Alt hetta setur sín serliga dám á málningin.