Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Selja atgongumerki í Klaksvík

Tíðindaskriv

Í samstarvi við KÍ hevur B36 gjørt av, at atgongumerki til stóru FM-finaluna verða seld, tá upphiting verður í KÍ-høllini leygardagin.

– Tað er lítið at ivast í, at nógv fólk kemur til dystin, og tí er vandi fyri, at bíðirøðirnar gerast dekan ov langar, um øll skulu keypa atgongumerkið á staðnum, sigur Jákup Mørk, formaður í B36.

– Tí skipa vit saman við KÍ fyri, at fólk kunnu keypa atgongumerki undir upphitingini. Í Gundadali skipa vit økið soleiðis, at ein geiri verður til fólk, sum longu hava atgongumerki, og soleiðis kunnu hesi sleppa skjótari inn á stadion.

Sølan av atgongumerkjum undir upphitingini fer fram millum klokkan 10 og 11.