Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið leygardagin

Hanus Kjølbro

Enn eru 2 samdøgur til finaludystin ímillum B36 og KÍ. Hvussu verður veðrið ta løtuna?

Viðhvørt er eitt sindur trupult at spáa um veðrið, tí lágtrýst, sum stýrir veðrinum, kemur so nær Føroyum.

Fyribils siga vit her á veðurredaksjónini á Norðlýsinum um veðrið í Gundadali, at vindferðin fer at liggja ímillum 7 og 12 m/s, og at tað verður úr beinum norði ella eysturhallum norði – hetta er úr HB-skýlinum og diagonalt oman í niðara horn á bygdaskýlinum.

Hitin fer at liggja ímillum 4 og 6 stig, og ælaveður við regni ella vátaslettingi.

Hetta verður dagført aftur í morgin.