Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ísak Simonsen gjørt nýggjan sáttmála

Jákup Ósá

Føroyameistarin av Viðareiði fer undir sítt 11. kappingarár á besta liðnum hjá KÍ.

Ísak Simonsen hevur leikt á besta liðnum hjá KÍ síðani 2010 og so leingi út í eitt hevur eingin í núverandi KÍ-hópi leikt. Í ár hevði hann stóran leiklut í meistaraheitinum við sínum 20 dystum frá byrjan sum vinstri bakkur ella miðverji. Hann legði upp til trý mál í landskappingini.

26 ára gamli Ísak er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 158 dystir í bestu deildini og 11 dystir í Europa League. Í 2020 skal hann á fyrsta sinni royna seg í Champions League eins og teir flestu av hinum í hópinum.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2020, boðar KÍ frá í dag.