Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góða byrjan og góðan enda

Jákup Ósá

Var tað kappróður, so hevði KÍ ein góðan start, ein minni góðan miðróður og ein framúr endaspurt.

Koyra vit kappingina í trý, nú liðini spæla tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum, so var tað í fyrsta og síðsta triðinginum, at KÍ stóð seg best. Tá var miðal stigatalið væl yvir 2,0 pr. dyst. Í næsta triðinginum fekk KÍ júst 2,0 stig pr. dyst, sum ikki hevði verið nokk til topp 2. Í hesi útrokningini er NSÍ-dysturin í Runavík taldur til næsta triðing, hóast hann bleiv útsettur og var millum teir síðstu 9 dystirnar, sum KÍ vann allar.

 

Stig hjá KÍ 2019:

Fyrsti triðingur: 23 stig

Næsti triðingur: 18 stig

Síðsti triðingur: 25 stig