Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt sindur av vindi aftur í dag

Hanus Kjølbro

Tað var eitt sindur av vindi í gjár. Nú er minkað nokkso nógv – miðalvindferðin liggur um 10 til 15 m/s kring landið. Í Mykinesi eru 20 m/s. Ættin er útsynningur.

Vindurin fer at veksa aftur seinnapartin upp í 15 til 20 m/s. Talan er um sera óstøðuga luft úr Kanada, og tí fer tað at vera ójavnur vindur, har sum hvirlurnar kunnu vera harðar.

Mesti vindurin seinnapartin og í kvøld verður sunnanfyri. Har kann væntast stormur í miðalvindinum – t.e. 20 til 25 m/s onkra løtu. Norðan fyri verður ikki líka nógvur vindur, og hann fer at koma eitt sindur seinni enn sunnanfyri.

Tað er vátt í dag – allan dag. Hitin liggur á markinum fyri regn ella vátakava.

Sunnanfyri merkir her økið sunnan fyri Føroyar og tær sunnastu oyggjarnar.

Á midnátt fer at minka aftur.