Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

EB/Streymur og Jákup Martin halda fram

Jákup Ósá

EB/Streymur hevur fingið venjaraspurningin avgreiddan.

EB/Streymur skrivar soleiðis:

Jákup Martin, hevði sítt fyrsta kappingarár sum venjari í fremstu deildini í fjør, og nú er staðfest at hann heldur fram hjá okkum.

Í stuttari viðmerking sigur formaðurin Fróði R. Petersen, at felagið var væl nøgt við tað arbeiði Jákup Martin gjørdi í farna kappingarári, og vit gleða okkum at síggja framhaldið av hesum komandi ár. Liðið verður aftur í ár mest mannað við lokalum leikarum, men onkur styrkur kann tó væntast.

Jákup Martin er 43 ára gamal og uppvaksin á Eiði og hevur sum leikari leikt 207 dystir og skora 30 mál fyri EB/Streym í gjøgnum 14 ár.

Vit ynskja Jákup Martini til lukku við sáttmálanum og gleða okkum til 2020.