Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Útlendingar skulu slúsast út úr vinnuni tey næstu 12 árini

John William Joensen

Fyri løtu síðan vóru seinastu broytingaruppskotini løgd fram av samgonguni og nú er greitt at samgongan er fult samd og útlendingar skulu úr fiskivinnuni í seinastalagið 2032.

Í gjár varð greitt at andstøðan ikki kundi taka undir við teimum broytingum, sum nú væntandi verða samtyktar við 3. viðgerð í lóg um Sjófeingin og tí er vantandi at tað verða einans samgongu umboðini í løgtinginum, sum atkvøða broytingarnar ígjøgnum.
 
 
 
1.     Í § 11, stk. 4, nr. 4 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt 3. og 4. pkt. sett:
“Hendan áseting er galdandi fram til 1. januar 2032. Eftir hetta skulu eigararnir av øllum eginpeninginum, harundir partapeninginum, sum somuleiðis eiga allan atkvøðurættin og avgerðarrættin í felagnum, vera heimahoyrandi í Føroyum og lúka treytirnar í stk. 3.”
2.

Viðmerkingar
3.     Endamálið við hesi broyting er, at allur útlendskur eigaraskapur í veiðiliðinum í føroysku fiskivinnuni skal halda uppat í seinasta lagi 1. januar 2032. Hendan áseting er galdandi fyri bæði verandi feløg sbrt. § 12 og møguligar nýggjar útlendskar eigarar, sum kunnu koma at eiga lut í føroysku fiskivinnuni sbrt. § 11, stk. 4.
Við hesi áseting fáa útlendskir eigarar eina rímiliga freist til at tillaga sítt virksemi eftir hesum.
 

Harleywoodpaint