Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ er veikast í heimligu kappingini og sterkast í Europa-kappingum

Jákup Ósá

Samanbering av topp 5 liðunum síðstu 5 árini.

Vit hava samanborið tey fimm toppliðini, sum hava sitið á topp 5 plássunum síðstu fimm árini.

Vit hava havt tey somu fimm feløgini í topp 5 síðstu 5 árini. Í KÍ-samanhangi er hetta eisini tíðin, har sami venjari, Mikkjal K. Thomassen, hevur sitið við ábyrgdini øll árini. Niðanfyri fara vit at samanbera hesi fimm liðini á ymiskum barometrum. Í kappingini um løgmanssteypið verður endastøðan sett soleiðis, at verður eitt lið t.d. útsligið í fjórðingsfinaluni, so stendur liðið at enda nr. 5. Verður liðið útsligið í hálvfinaluni, so stendur liðið at enda nr. 3.

 

 

B36 støðugt fremst og HB aftast í landskappingini

Hyggja vit eftir endastøðunum í landskappingini, so hevur mest vinnandi felagið, HB, tað lægstu endastøðuna í miðal. HB er endað í miðal nr. 3,8 hesi fimm árini. B36 hevur verið mest støðugt, meðan Víkingur er einasta liðið, sum hevur vunnið meir enn eitt meistaraheitið. NSÍ er einasta liðið, sum einki meistaraheitið hevur vunnið.

Endastøða í landskappingini í miðal:

1. B36 2,6

2. KÍ og NSÍ 2,8

4. Víkingur 3,0

5. HB 3,8

 

 

B36 flest stig og HB fæst stig

Telja vit stig tilsamans síðstu fimm árini, so er B36 fremst, meðan HB er aftast.

1. B36 274

2. KÍ 270

3. NSÍ 267

4. Víkingur 256

5. HB 249

 

 

KÍ er veikt steypalið

KÍ hevur í stórum pørtum av síni tíð ikki verið serliga sterkt steypalið. Í gamlari tíð bleiv hendan kappingin ikki serliga høgt raðfest, tí KÍ luttók ikki fleiri ár. Nú hevur hendan kappingin fingið høga raðfesting hjá øllum feløgum. Tí steypadagurin er gjørdur til nakað heilt stórt og steypakappingin fær enn størri týdning í 2020, tí tá eru bara trý Europa-pláss til føroysk feløg, harav eitt til steypavinnaran. Tað fær ikki verið javnari býtt yvir steypasigrar, tí øll fimm liðini hava vunnið einaferð í part. Mest støðugt hevur HB verið, meðan KÍ og NSÍ eru væl aftanfyri hini.

Endastøða í steypakappingini í miðal:

1. HB 2,8

2. Víkingur 3,0

3. B36 3,2

4. NSÍ 4,8

5. KÍ 5,0

 

 

B36 og Víkingur toppa samanlagt – KÍ og NSÍ aftast

Hyggja vit samanlagt fyri lands- og steypakapping, so eru B36 og Víkingur tey sterkastu liðini síðstu fimm árini. Hinvegin er KÍ tað veikasta topp 5 liðið samanlagt í heimligu kappingini síðstu fimm árini, beint aftanfyri NSÍ.

Endastøða fyri tey 10 úrslitini í lands- og steypakapping í miðal síðstu 5 árini:

1. B36 2,9

2. Víkingur 3,0

3. HB 3,3

4. NSÍ 3,8

5. KÍ 3,9

 

 

B36 og NSÍ hvørt ár í Europa – HB og Víkingur halta

Síðstu árini hava fýra av teimum fimm liðunum spælt seg í Europa-kappingar á hvørjum ári. Tvey lið, B36 og NSÍ, hava spælt seg í Europa-kappingar hvørt ár. Hinvegin hava HB og Víkingur tvær ferðir endað uttanfyri.

Oftast spælt seg til luttøku í Europa-kappingum:

5 ferðir: B36 og NSÍ

4 ferðir: KÍ

3 ferðir: HB og Víkingur

 

 

Víkingur hevur vunnið mest – NSÍ hevur fæst steyp

Øll fimm liðini hava vunnið minst eina kapping síðstu fimm árini. Men við tveimum meistaraheitum og einum løgmanssteypi hevur Víkingur vunnið mest, meðan NSÍ við einum løgmanssteypi hevur vunnið færri kappingar enn hini fýra.

Oftast vunnið steyp (føroyameistaraheitið ella løgmanssteypið):

3 ferðir: Víkingur

2 ferðir: KÍ, HB og B36

1 ferðir: NSÍ

 

 

KÍ oftast víðari í Europa – NSÍ og HB ongantíð víðari

Taka vit til seinast luttøkuna í Europa, so hevur KÍ spælt seg oftast víðari. Har skal nevnast, at summi lið hava luttikið í undanumførum, har mótstøðan ofta er nakað veikari. KÍ luttók ikki í Europa í 2015 og 2016, HB luttók ikki í 2017 og 2018, meðan Víkingur ikki luttók í 2019. HB og NSÍ hava ongantíð spælt seg víðari hesi árini.

Víðari í Europa-kappingum:

3 ferðir: KÍ

2 ferðir: B36

1 ferðir: Víkingur

0 ferðir: HB og NSÍ