Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jólaveðrið í ár

Hanus Kjølbro

Veðrið jólaaftan verður gott við lítlum vindi – 2 til 3 m/s av útnyrðingi-norði, skýggjað og fyri tað allarmesta turt – tó okkurt hendinga æl í støðum. Hitin fer at liggja um 4-5 stig. Um náttina eitt sindur kaldari.

Jólamorgun framvegis eitt lítið lot av útnyrðingi-norði. Fyrrapartin gongur hann niður ímóti vestri; seinnapartin niður í móti suðuri og landsynningi-suðuri; vindferðin tann sama allan jóladag, 2 til 3 m/s. Skýggjað um morgunin, men út á fyrrapartin klárt. Turt fyri tað allarmesta, og hitin fer at liggja um 4-5 stig.  

Annan jóladag fer hann at koma úr landsynningi. Vindferðin fyrrapartin um 5 m/s; seinnapartin veksur vindurin til 8 til 10 m/s. Samdrigið og turt allan dagin. Hitin fer at liggja um 4-5 stig.

Við hesum ynskja vit av veðurredaksjónini øllum lesarum okkara eini góð og friðsæl jól.

Harleyfacadeacryl