Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leiðaradagurin 2020 nærkast

Synergi

Kjósanin av Ársins Leiðarum nærkast tí eisini.

Freistin at tilnevna var úti í síðstu viku og vit hava fingið nógvar og góðar tilnevningar, so vit eru spent uppá, at finna útav, hvørji vera í top 3 í ár, bæði innan tað almenna og tað privata. Ein væl skikkað dómsnevnd, fer í vikuni at hava fund um top 3.

 

Í dómsnevndini sita:

 

Guðrið Højgaard

Malan Johansen

Søren Bruhn

 

Í fjør var Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, kosin Ársins almenni leiðari í 2019. Her greiðir hon frá, hvat hon heldur at góð leiðsla er >> https://www.youtube.com/watch?v=KyW53rL4VtE

Leiðaradagurin 2020 verður 31. januar og tá vera Ársins Leiðarar 2020 eisini kosnir.

 

Her kanst tú teknað teg til og lesa alt um Leiðaradagin 2020 >>https://www.synergi.fo/skeid/leidaradagurin-2020/

 

Ver vælkomin á Leiðaradagin 2020!