Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Málið er at útflyta meira føroyskan tónleik

Klaksvíkar Kommuna

Norðljóð, sum er endurstovnaða tónleikafelagið í Klaksvík, skipaði í gjár fyri tiltakið, har serligt fokus var á vinnuliga partin av tónleiki. Í hesum sambandi hevði felagið heitt á Tummas Lervig, formann í Havna- og vinnunenvndini hjá Klaksvíkar kommunu, at hugleiða eitt sindur um evnið.

-Tummas Lervig segði m.a., at søguliga hevur Klaksvík havt eitt ríkt tónleikalív, og at tað uttan iva eisini er ein av orsøkunum til, at Summarfestivalurin hevur voksið seg til Føroya størsta tónleikatiltak. Somuleiðis segði Tummas Lervig, at hóast tónleikabólkarnir ikki eru eins nógvir í dag, sum fyri 20 árum síðani, so eru fleiri tónleikabólkar, sum hava valt tónleikin sum vinnuveg.

-Hetta er eitt spennandi rák, sum seinastu tíðina hevur fingið størri viðurkenning, eitt nú í samband við almenna átakið frá 2019, tá ið Tónleikaútflutningsstovan varð sett á stovn.

Fred Ruddick, sum umboðar Tónleikaútflutningsstovuna, greiddi frá virkseminum og ætlanunum hjá Tónleikaútflutningsstovuni. Ein stórur partur av arbeiðinum er at skapa karmar, so føroyskir tónleikarar fáa møguleika at spæla nóg mikið til, at tónleikurin kann mennast sum vøra. Hetta kann verða torført orsaka av lítlu støddini, sum føroyski tónleikapallurin er.

Fred legði dent á, at føroyskir tónleikarar í størri mun eiga at gera ætlanir uttanlands, har marknaðurin er munandi størri. Eisini varð greitt frá, at vónað verður, at Kringvarp Føroya kann hava ein meira virknan leiklut í at taka live-tónleik upp.

Í løtuni samskiftir Tónleikaútflutningsstovan nógv við tónleikarar um at finna rætta marknaðin og at gera røttu handilsligu ætlanina, og í fleiri førum varð Fríði Djurhuus, sum er búsitandi í Klaksvík, brúktur sum dømi. Fríði er forsangari í bólkinum Joe and the Shitboys, og hava teir í bólkinum ætlanir um, at gera seg galdandi á tónleikapallinum í Bretlandi.

-Tummas Lervig segði aftaná framløguna hjá Fred Ruddick, at hetta er ein sera áhugaverd menning, sum avgjørt fer at byrta undir, at tónleikarar úr Klaksvíkar kommunu innan stutta tíð megna at hava góð vinnulig úrslit uttanlands. Tí søgan hevur lært okkum, at í Klaksvík eiga vit tónleikatilfar, sum avgjørt kundi havt høgt søluviðrið.