Evið á fundinum er ferðaætlanin og nýggja avloysaraskipið hjá SSL. Fundurin verður hildin á Gamlagarði 8. februar 2020 kl. 10, ella tá ið Ritan er komin.
Luttakarar:
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður.
Fundarstjóri verður Eirikur í Jákupsstovu, vinnu- og mentanarstjóri, og Heri M. Hammer býarverkfrøðingur, verður skrivari.
Vónandi møta svínoyingar og fólk við tilknýti til Svínoynna væl upp.



