Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Guðlaugur (Gulli) útlærdur maskinsmiðjur

klaksvik.fo

Fyrrapartin í dag var hátíðarløta í býráðshøllini, tá Guðlagur Johansen (Gulli) fekk sveinabræv. Gulli hevur staðið í læru í Smiðjuni hjá Klaksvíkar kommunu og kann tí í dag kalla seg maskinsmið.

Til móttøkuna fyrrapartin segði Óla Jákup Bech, tekniskur stjóri, nøkur orð og ynskti Gulla tillukku. Síðani handaði Jan Askham, leiðari í Smiðjuni, honum sveinabrævið og eina gávu frá Klaksvíkar kommunu.

Vit ynskja Gulla hjartaliga tillukku við próvnum.