Dagarnar 7.-9. feb. verður frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík karmur um vikuskiftiskapping í talvi. Talan er um kapping, har ung og vaksin úr øllum Føroyum luttaka, og endamálið er at fyrireika tey ungu, ið skulu umboða Føroyar í norðurlendskari kapping millum ung í skúlaaldri. Kappingin er harumframt partur av Grand Prix kappingunum, sum Talvsamband Føroya skipar fyri.
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til NM í talvi. Í 2020 verður kappingin í Danmark 14.-16. februar. Telvað verður í 5 bólkum, og 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Klaksvíkar Talvfelag hevur hvørt ár havt umboð við til hesar kappingarnar og í ár fara 3 umboð úr felagnum at luttaka: Janus Skaale, Flóvin Matras Tummasarson og Rókur Davidsen.
Íalt verða 7. umfør telvað: 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.
Telvað verður soleiðis:
Kappingin byrjar fríggjadagin, 2. feb. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).
Leygardagin og sunnudagin er tíðin 90 min + 30 sek/leik.
Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.
Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.
Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.
Harumframt eru allir luttakarar við í lutakasti um gávukort frá pizzaria Hjá Frank í Klaksvík.
Tilmelding:
Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi hóskvøldið 06. feb. kl. 20.00.
Kappingin er almenn, og meira kunning er á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, www.faroechess.com, har leypandi úrslit frá kappingini eisini verða at síggja.



