Fornfrøðingar frá Tjóðsavninum, hava eftir áheitan frá Klaksvíkar Kommunu gjøgnum gingið lendið í millum sjóvarmálan í gjøgnum í samband við æltlaðar útbyggingar av havnini í Ánunum. Fornfrøðingar staðfestu m.a. eina lítla toft undir landsvegnum.
Helgi D. Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini hjá Tjóðsavninum:
– Klaksvíkar Kommuna hevur broytt byggisamtyktina fyri økið, sum nú er tillagað soleiðis:
– Áðrenn grivið verður í lendið millum sjóvarmálan og landsvegin skal fornminnisrannsókn verða gjørd í økinum til tess at tryggja at fornminnir ikki fara fyri skeyti (víst verður til Byggisamtyktarblað øki B14 Ánir 793741_1_1).
– Fólk frá Tjóðsavninum hava verið á staðnum tann 04. mai 2019 og staðfest húsatoftir í lendinum. Húsatoftir eru friðað jarðfest fornminni, sambært grein 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948, og tí má ein fornfrøðilig uppmáting og rannsókn gerast innan toftirnar kunnu leysgevast úr friðing og arbeiði kann fara í gongd. Ætlar kommunan at inndraga áðurnevnda lendið í havnabyggingina, skal kommunan senda umsókn til Tjóðsavnið um loyvi at fáa loyst fornminnini úr friðing.
Norðlýsið hevur fingið innlit í niðanfyristandandi brot úr frágreiðing frá kanningarferð, ið Ann Sølvia Purkhús Selmarsdóttir gjørdi:
Kanningarferð til Ánirnar 4. Maj 2019. Mál 19/00046-1
Í samband við víðkan av vinnuøki norður við matrikul nummar 54a, (Klaksvíkiar kommuna) í Ánunum, vóru Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur á Tjóðsavninum, og Hákun Andreasen, savnstekninkari á Tjóðsavninum, saman við Andras Sólstein, leiðara á Norðoya Fornminnissavni og hugdu eftir lendinum undir landsvegnum. Myndir vórðu tiknar. Hákun hevur verið her fyrr í ár og hugt eftir lendinum tætt við sjóvarmálan frá ”Buchwald” og norðureftir. Tætt við sjóvarmálan standa tvey neyst og eitt neyst er tikið niður. Tætt við tað sunnara neystið er nógvur vøkstur av runnum og tí bar ikki til at síggja lendið har á leið. Norðanfyri neystini rennur ein á. Tað er ikki Ánagjógv, tí at hon er sunnari. Norðanfyri ánna hava vit staðfest eina toft, sum ikki er skrásett áður. Toftin hevur fingið Fmnr. 85201. Ilt er at meta um longdina, men her eru mátini:
Toft
L: 3,60m
B: 2,70m
Tað, sum vit síggja í lendinum er ein grund, sum er laðað upp, umleið 0,70m. Nógv gras er á staðnum so ilt var at meta um hæddina (sí mynd niðanfyri). Eitt sindur av óruddi var í toftini og tað sær út sum okkurt virksemi hevur verið á staðnum. Tætt við eru rør grivin, so vist nokk er grivið nýliga í lendinum. Tað mesta av tí eldru búsetingunum er helst farið í vegin, tá ið vegurin var víðkaður. Annars sæst týðiliga farvegur eftir tí gomlu gøtuni, sum gongur omanfyri sjóvarmálan. Andras Sólstein vísti okkum eldri myndir frá Ánunum, sum eru svartar og hvítar.
Vit hava ikki nógv tilfar um Ánirnar, men Símun Hansen í bókini ”Tey byggja land” 6 partur frá 1980 hevur ein stutta lýsing av búsetingini í Ánunum. Sambært Símun Hansen so eru Ánirnar búsettar í 1840 (sí s. 53 og plancha VIII). Hetta er tað vit vita um í løtuni og vit kenna ikki til eldri búseting. Sjálvt um eldri búseting ikki áður er vorðin skrásett í Ánunum, so merkir hetta tó ikki, at ongin eldri búseting finst í økinum.





