Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bláa Skýlið verður handað kommununi 11. juni

klaksvik.fo

Í gjár undirskrivaðu Klaksvíkar kommuna og arbeiðstakararnir undir avtalu, sum fevir um liðugtgerð av Bláa Skýlið. Partarnir bundu seg samstundis til, at skýlið skal vera klárt at taka í nýtslu 11. juni. Arbeiðið, sum nú fer ígongd, fevir um innbúgv, setur og annað í samband við liðugtgerð av sjálvum skýlinum.

Arbeiðið fer at betra umstøðurnar á stadionøkið við Djúpumýru munandi, soleiðis at umstøðurnar bæði á og uttanfyri vøllin verða lyftar upp á altjóða støðið. Í hesum sambandi vera góð og nýmótans skiftingarrúm, venjarahøli, dómarahøli, skrivstovuhøli og aðrar umstøður, ið fara at lúka altjóða krøv.

Verkætlanin verður fíggjað í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Fótbóltssamband Føroya og Evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA. 

Fyrsti dystur hjá KÍ í europeiskum høpi, er um miðan juli. 

Harleyfacadeacryl