Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mia útlærdur grafikari

Tíðindaskriv

Mia Haldorsdóttir Smith kundi mikudagin 5. februar hátíðarhalda, at hon bleiv útlærd sum grafikari. Mia hevur verið lærlingur á Marknaðardeildini í SMS seinastu 4 árini. Fleiri kenna Miu sum eina dugnaliga listakvinnu, ið eitt nú teknar figurin Ullu í ymsum gerandisstøðum, ofta úr einum skemtiligum sjónarhorni.

Meðan Mia hevur verið í læru hjá SMS, hevur hon sett sín dám á SMS við stuttligum figurum, gjørt flott skattakort, sett bløð upp, tekna kúnna til nýmjólkina í Miklagarði og mangt, mangt annað.