Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rigga til fyri nýggjum mentanarhúsi

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í hesi løtu eru menn frá Kanjon í ferð við at flyta ein stóran net-kaðal frá Føroya Tele, sum gongur beint ígjøgnum komandi byggiøkið norðanfyri Posthúsið, har stóra høllin til komandi mentanarhúsið í býnum skal liggja.

Tá ið umskipanin av kaðalanum er liðug um eina viku ella so, verður byggiøkið avgirt, og tessvegna eisini verandi parkeringspláss norðanfyri Posthúsið.

Hetta merkir, at parkeringaøkið tá ikki er tøkt sum parkeringsøki. Bilar verða tí vístir til miðbýin at parkera.

Talan er um eina spennandi verkætlan, sum Ósbjørn Jacobsen Arkitektar standa fyri og sum Kanjon er høvuðsarbeiðstakari fyri. Gongur eftir vild, er nýggja mentanarhúsið í Klaksvík liðugt at taka í nýtslu við ársenda 2022.