Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Politi: Ruddið rundanum hjá tykkum sjálvum

Føroya Politi

Góðu borgarar

Í løtuni er nógvastaðni ein skái, og tí heita vit á fólk um, at rudda rundanum hjá sær sjálvum.
Vísi tó størsta varsemi og vita hvat tit klára at gera sjálvi.

Tað sær út til, at veðrið verður verri seinni í dag og kanska longu frá á middegi.

Sjálvt um okkara framúr góða og vælvirkandi Bruna- og Bjargingarlið kring alt Føroya land høvdu sera nógv at gera í gjár – og framvegis hava nógv at gera – so er tilbúgvingin til reiðar aftur í dag.

Vit á alarmsentralinum og vagtcentralinum hjá politinum senda allar fráboðanir beinanvegin til Bruna- og Bjargingarliðini.
Á sama hátt sum sum í gjár, kann bíðitíðin tíanverri verða long, tí teir verða – sum skilligt er – noyddir at raðfesta uppgávurnar.

Ansið væl eftir tykkum og framhaldandi góðan sunnudag.