Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Stórur hvalur rekur millum Viðoynna og Fugloynna

Oliver Joensen

Hvalurin hevur rikist her deyður í fleiri dagar. Janus Sørensen, formaður á útróðrarbátinum Brandi úr Hvannasundi, hevur tikið video av hvalinum. 

Tosaði við Bjarna Mikkelsen frá Tjóðsavninum fyri løtu síðani, hann sigur, at hatta er ein augustur, sum er nýliga deyðir. Um onkur hevur hug at fáa sær eina tonn av hvalinum, so eru tær lætt atkomuligar, sigur Bjarni Mikkelsen, tað er bara at taka ein enda um undirkjaftin og so saga undirkjaftin av við eini góðari sað. Hann sigur eisini, at Tjóðsavnið hevði havt áhuga í at fingið eina tonn til kanningar.