Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tólmennini koma, fá tær eina útbúgving!

Johnny í Grótinum

Ofta verður havt á lofti, at tað er vandi fyri, at vit útbúgva okkum út á sjógv. At tað er ein vandi fyri okkara ungfólk, at júst teirra útbúgving ikki verður eftirspurd. Men útbúgving loysir seg væl, bæði fyri einstaklingin og fyri samfelagið alt, eisini ta føroyska. Serliga nú, tá eitt vaksandi tal av uppgávum verða loystar av tólmennum.

Í hesum døgum er útbúgvingarvalið á skránni hjá teim ungu, nú okkara fólkaskúlanæmingar søkja inn á ymsu miðnámsskúlarnar. Eisini skulu nýliga klaktu studentarnir innan hálvan mars taka støðu til, hvørja útbúgving tey ynskja at søkja sær inn á umvegis sonevndu kvotu 2 í Danmark. Og miðnámsskúlanæmingar á teirra síðsta skúlaári nærkast próvtøkunum og kannað óiva eftir, hvat krevst av próvtølum til júst teirra útbúgvingarynski.

Meira enn triðja hvørt starv í Føroyum er í vanda fyri at blíva skift út við eitt tólmenni. Robottarnir koma. Hetta var ein av niðurstøðunum í eini feskari frágreiðing frá Norðurlandaráðnum, ið bleiv almannakunngjørd herfyri. Í miðal er triðja hvørt starv í Norðanlondum í hesum vandabólki, har Føroyar lógu ovast við 39%, meðan tað í Noregi ‘bert’ eru 30% av størvunum, ið eru í stórum váða fyri at blíva skift út við tólmenni.

Ein tann týdningarmesti mátin at møta hesi avbjóðing er útbúgving av arbeiðsmegini. Útbúgving og endurútbúgving. Tað eru tó eisini nógvar uppgávur hjá vælútbúnum starvsbólkum, ið eru í vanda fyri at blíva yvirtikin av tólmennum. Tá eg byrjaði mína starvsleið í bankaheiminum í 2001, handlaði eg virðisbrøv fyri múgvandi føroyingar, ið ynsktu at fáa eitt størri avkast á teirra uppsparing. Í dag kann hvør Hanus og Janus handlað somu virðisbrøv á Netbankanum fyri sjálvt eina lítla pensjónsuppsparing uttan nakra hjálp frá búskaparfrøðingi. So sjálvt búskaparfrøðingar kunnu uppliva at blíva til yvirs av tøknini! Í hesum døgum við ongari ella negativari rentu á pensjónsuppsparingini kann tað annars viðmælast at gagnnýta hendan møguleikan í Netbankanum.

Allíkavæl tala royndirnar fyri, at tey ófaklærdu eru í enn størri vanda í so máta. Tvey fesk dømi um hetta kunnu síggjast í SMS, har sjálvavgreiðsla er sett í verk í matvøruhandlinum Miklagarði og í matarstaðnum Burger King. Tá eg var lítil, plagdu vit í Klaksvík flennandi at spyrja tey, sum ikki lótu hurðina aftur, um tey vóru fødd í SMS, har einastu sjálvvirkandi hurðarnar vóru at finna tá. Tað ganga neyvan nógv ár, so eru sjálvavgreiðslur at finna í vøruhandlum kring alt landið.

Lønarmunir eggja til útbúgving

Eitt einfalt uppslag í lønartalvurnar hjá Fíggarmálaráðnum, kann sannføra ein um, at tað loysir seg at taka eina útbúgving. Eisini í Føroyum. Byrjanarlønin hjá einum limi í Havnar Arbeiðskvinnufelag er 20.633 krónur um mánaðin umframt 15% í eftirlønargjaldi, meðan byrjanarlønin hjá einum farmaceuti er 39.251 krónur umframt 18% í eftirlønargjaldi. Farmaceuturin forvinnur sostatt meira enn tvífalt so nógv, men tað tekur eisini fimm ár at útbúgva seg til á hægri lærustovni uttanlands.

Herfyri gjørdi Starvsmannafelagið nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið, sum millum annað innibar, at partarnir avtalaðu ein nýggjan lønarskala fyri útbúgvingar á bachelorstigi. Hetta var einamest fyri at rættað upp á, at tað fyri limir í Starvsmannafelagnum ikki í nóg stóran mun loysti seg at útbúgva seg.

Yvirskipaða myndin er soleiðis, at tað loysir seg at taka eina hægri útbúgving í Føroyum. Tíbetur, tí hendan búskaparliga tilskundanin er neyðug, um føroyska samfelagið skal megna at brynja seg til avbjóðingarnar við tólmennum og øktari altjóðagerð.

Tólmennini koma, eisini í Føroyum

Í frágreiðingini hjá Norðurlandaráðnum høvdu serfrøðingar sett sær fyri at lýsa framtíðar avbjóðingarnar fyri arbeiðsmarknaðin í Norðanlondunum. Í tí sambandi hava tey greina váðan fyri, at størvini í einstøku londunum blíva avloyst av tólmennum komandi 20 árini. Greiningin brúkar ein hátt at lýsa hesa avbjóðing, har størv við handaligum uppgávum, sum við verandi tøkni kunnu loysast við framkomnum tólmennum, blíva eyðmerkt sum verandi í vandabólkinum.

Føroyar liggja ovast á listanum yvir lutin av størvum í vandabólkinum, men spjaðingin er ikki so ógvusliga stór í kanningini. Heili 39% av størvunum í Føroyum í vandabólkinum, meðan tað í Noregi vóru ‘einans’ 30% av størvunum. Sum tað framgongur av kortinum frá frágreiðingini er tó ávísur munur á ymsu økjunum í hinum norðanlondunum. Eitt nú finnast útjaðaraøkir í Noregi, har yvir 45% av størvunum eru í vandabólki, meðan í fleiri av økjunum serliga kring stóru býirnar er luturin minni enn 27%.

Ítøkliga merkir hetta, at gott 10.000 av teimum 27.000 størvunum í Føroyum eru í stórum vanda fyri at blíva niðurløgd, tí tólmenni í staðin kunnu loysa uppgávurnar.

Færri ófaklørd størv vegna tøkniliga menning

Fyri so vítt er onki nýtt í, at vit brúka tólmenni og maskinur til at loysa uppgávur, ið vit áður sjálvi hava loyst. Men seinnu árini hevur hetta tikið dik á seg við alt fleiri talgildum loysnum, og nýggj tøkni við klókum tólmennum verður ment, sum væntast at broyta arbeiðið okkara grundleggjandi komandi árini.

Hetta er partur av eini drúgvari tilgongd, sum longu eisini hevur rakt føroyska arbeiðsmarknaðin, sum kann staðfestast við at hyggja í løntakaratølini hjá Hagstovuni. Talið av størvum í fiskiskapi er fækkað úr 2800 í 1989 til 1500 í 2019, meðan talið av størvum í fiskiídnaðinum á landi er minkað enn meira, úr 3300 í 1989 til 1450 í 2019. Sostatt eru fleiri enn 3000 størv forsvunnin í fiskivinnuni hesi 30 árini, harav ein stórur partur óiva kann forklárast við tøkniligari menning, tí eru samstundis veiðunøgdir og -virðir økt nógv. Framkomnari fiskifør og framleiðslutól hava frígivið arbeiðsmegi frá fiskivinnuni og gjørt fyritøkurnar kappingarførar.

Í mun til útbúgvingarval merkir hetta tó ikki, at føroyingar neyðturviliga skulu velja sjóvinnuna frá. Herfyri hoyrdist frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, at tey áhaldandi mangla útbúna arbeiðsmegi til at manna skip teirra í offshore og farmaflutningi. Eisini er eitt stórt tal av føroyingum, ið starvast á sera framkomnum skipum í altjóða handilsvinnuni, grundað á útbúgving teirra sum navigatørar ella maskinmeistarar. Og hesi forvinna eisini heilt fitt av peningi.

Sjálvvirkandi automatiskt í Klaksvík

Herfyri fortaldi onkur mær sum eina joke, at í Klaksvík verður ofta tikið til, at okkurt er “sjálvvirkandi automatiskt”. Eg skilti ikki joke’ina. Helst tí eg sjálvur eri klaksvíkingur. Men ja, eisini í Klaksvík skulu vit venja okkum til, at tað verða fleiri og fleiri arbeiðsuppgávur, ið verða loystar sjálvvirkandi automatiskt.

Ofta verða vit búskaparfrøðingar lastaðir fyri at halda, at vit øll kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum. Men kanska verður hetta brigslið gjørt til skammar í framtíðini, um tólmennini verða so snild, at vit næstan heilt sleppa undan at hava handamegi í útflutningsvinnum okkara. Greitt er í øllum førum, at eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í tænastuvinnum okkara, bæði í almenna og privata geiranum, bara tykist at vaksa komandi nógvu árini.

Ein onnur standandi joke í Havnini um Klaksvíkina er, at tað ongastaðni í landinum finnast so nógvar frisørsalongir sum júst í Klaksvík. (Ja, sum klaksvíkingur í Havn má man leggja oyra til so nógv.) Men kanska verða tað júst frisørarnir í Klaksvík, sum fáa síðsta láturin, tá vit einaferð í framtíðini øll ynskja at liva av at klippa hvørjum øðrum.