Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroya Eftirskúli – eitt frískt og øðrvísi tilboð

Jóhann Lützen

Í hjartanum á Tvøroyri er eitt nýtt tilboð komið til teirra, ið ynskja at taka eitt ár úr kalendaranum og gera nakað øðrvísi og frískligt.

Í mong harrans ár hevur verið vanligt, at føroyingar hava leitað sær til Danmarkar á eftirskúla. Vit sóu heilar koloniir av føroyingum á kendum skúlatilboðum sum Danner, Genner o.fl. Nú gera vit so tað øvuta og geva føroyingum og øðrum møguleika at koma á eftirskúla í Føroyum. Fyri tey flestu er talan ikki um vanliga umhvørvið í Havn, Runavík ella Klaksvík – men í Suðuroy, ið bæði liggur fjarskotin og nær samstundis.

 

At tað er “so langt at fara til Suðuroyar” verður á Føroya Eftirskúla ikki sæð sum nakar vansi, men sum partur av sjálvum endamálinum. At skúlin skal vera eitt øðrvísi tilboð er hansara tilverugrundarlag.

 

Sjálvur eftirskúlin liggur væl fyri miðskeiðis í Tvøroyri við stuttari frástøðu til alt tað vanliga sum handlar, bankar, café, svimjihøll og eitt sindur longur burturfrá liggja mentanar- og ítróttartilboð sum eitt nú Salt og ítróttarannleggið við Stórá. Eisini liggur skúlin tætt við fitness og søvn sum sjóvinnusavnið og bygdarsavnið á Tvøroyri. Sum maðurin segði, “Tann sum keðir seg her hevur sjálvur skyldina.”

 

Til skúlan hoyrir eitt vælvirkandi næmingaheim við teimum vanligu umstøðunum, so sum køki, felags baðirúmi, vesi og uppihaldsrúmi, og næmingaheimið liggur eisini miðskeiðis á Tvøroyri, har stutt er til fasilitetir í bygdini so sum sjúkrahúsið, apotekið ella politistøðina, umframt handlar, matstovur, banka og svimjihøll.

 

Skúlin bjóðar út seks ymiskar breytir, ið eru E-sport, ið er ein gamingbreyt, eina sameinda íverksetanar- og miðlabreyt, eina sjóvinnubreyt, eina køksbreyt, eina sameinda films- og sjónleikarabreyt umframt serligu Føroyabreytina, har næmingarnir vitja í øllum 18 oyggjunum í Føroyum á 18 ymiskum útferðum.

 

Tað er ikki soleiðis, at næmingarnir noyðast at velja bert eina av hesum breytum. Eftirskúlatilboðið er skipað so, at tvær breytir eru kravdar. Onnur er Føroyabreytin og hin films- og sjónleikarabreytin. Síðani skulu tvær av hinum breytunum veljast, ella eisini kunnu næmingarnir velja “vanligari” lærugreinir sum føroyskt, danskt, enskt, týskt, støddfrøði og alis/evnafrøði. Veljast skal á ein hátt, at næmingarnir hava tilsamans fýra breytir/lærugreinir tilsamans, til dømis tríggjar breytir og eina lærugrein.

 

Skúlin vendir sær sum so ikki til nakran ávísan málbólk, men í fyrireikingararbeiðinum varð sagt, at skúlin var eitt gott tilboð til eitt nú útisetar, hvørs børn hava gingið í donskum skúla og vilja taka eitt ár í heimlandinum. Annars er hann eitt alternativ til næmingar norðanfjørðs, sum vilja sleppa at uppliva nakað øðrvísi í egnum landi. Sum sangarin Bono segði, “faraway, so close.” Staðsetingin ger, at næmingar lættliga kunnu fara “heim” norðanfjørðs í frítíðini og vikuskiftum, nakað sum sjálvsagt ikki var so lætt ella bíligt fyri tey á eftirskúla uttanlands. Og lætt og bíligt er eisini fyri foreldur, vinir og kenningar at vitja næmingarnar í Suðuroy, um  tað skal vera.

 

Harumframt er skúlin sjálvsagt eisini opin fyri næmingum úr Suðuroynni sjálvari, ikki at gloyma.

 

Kostnaðurin fyri at ganga á skúlanum er 3.350 krónur um  mánaðin.