Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bindifestivalurin verður í Fuglafirði í døgunum 23. – 25. apríl 2020.

Bindifestivalurin

Nú eru tit nakað spent at frætta, hvat vit hava at bjóða av fyrilestrum, ha? Jú, teir eru bæði nógvir og spennandi, og av tí at Bindifestivalurin í Fuglafirði er ein norðurlendskur festivalur, so eru nakrir á donskum og norskum; men teir allar flestu eru á føroyskum.

Tað verða nógv evni havd á lofti hesar dagarnar.

Handaligt

Av fyrilestrum, sum eru um tað handaliga, er tað alt frá ull til sniðgeving og víðari til spentar vøddar orsaka av binding; men so fáa vit eisini ráð fyri tí. Fleiri fyrilestrar verða um ull. Her reisast nógvir spurningar um eginleikar og dygdir, um eftirspurning og tørv, og um garvaði skinn og annað dýrabart tilfeingi. Vit hoyra frá henni, sum fann burturtveitta ull, hvussu hon fekk brúkt hana til “gull og grønar skógir”, eisini frá sniðgevaranum, sum brúkar ullina sum ráevni. Vil man hava meira søguligt, so eru fyrilestrar um onnur aldargomul kynstur, t.d. nálabinding og brikkaveving, og hvussu nútíðin brúkar tey. Harafturat er tann forvitnisligi fyrilesturin um brenninotuna og hennara fjalda ríkidømi.

Menniskjaligt

Á tí menniskjaliga økinum kunnu vit siga, at fyrilestrarnir strekkja seg frá vøggu til grøv. Vit hoyra, at lívið er fult av spennandi avbjóðingum, og at tað er sum eitt gjøgnummynstrað plagg í øllum litum. Vit hoyra um sorgarleikir í samb. við barnsferð. Um skiftisárini, hvussu ymisk tey kunnu verða og hvat kann gerast í hesum trupla tíðarskeiði. Eisini verður komið inn á spurningar, um hvussu og hvør formar okkara samleika. Alt áhugaverdir og viðkomandi fyrilestrar. 

Samfelagsligt

Tað verða eisini fyrilestrar, sum nerta við tað samfelagsliga. Millum aðrar verður ein um tað sálarliga, um at arbeiða við fólki við avbjóðingum. Komið verður eisini inn á matuppskriftir, matoysl og samarbeiði. Og ikki at gloyma bindingina, ta gleði og tann stoltleika, sum hesin arvur ber við sær inn í nútíðina.

Hvar og nær

Sum tit síggja, so hava vit eisini í ár eina breiða viftu av spennandi fyrilestrum. Teir liggja bæði fyrrapart á degi og seinnapart og verða hildnir í trimum ymiskum hølum, sum liggja í grannalagnum. Hevur tú keypt tær eitt armband, kanst tú fara til allar teir fyrilestrar, tú hevur hug til.

Men um kvøldarnar eru almennir fyrilestrar í Mentanarhúsinum – hóskvøldið kl. 18 og fríggjakvøldið kl. 20. Tá eru øll vælkomin – við ella uttan armband.

Sí www.bindifestival.com

Harleywoodpaint