Næmingar, ið læra til heilsuhjálpara og heilsurøktara, hava nú fingið áheitan frá eldarøkjunum og heilsuverkinum um at taka vaktir, meðan tey eru heima og fáa fjarundirvísing, av tí, at støðan í samfelagnum er heilt serlig í løtuni, skrivar Heilsuskúli Føroya í tíðindaskrivi
Undirvísingarstýrið hevur góðtikið áheitanina.
Heilsuskúlin hevur í løtuni 70 næmingar úr øllum landinum í skipanini. Hesir hava í dag fingið fyrispurning frá eldraøkinum í Tórshavn um at taka vaktir fyri at avlasta verandi skipanir. Onnur økir hava eisini víst á, at tørvur er á hesum.
Fjarundirvísingin á Heilsuskúlanum verður í løtuni tillagað soleiðis, at hetta er gjørligt. Støðan verður tikin upp og eftirmett dagliga fyri at tryggja, at næmingarnir eisini fáa nøktandi læring í teirra útbúgvingum.
Tey sum hava tørv á hjálp, kunnu seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya, á telduposti heilsuskulin@skulin.fo, og skúlin boðar næmingunum frá.



