Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trump biðir kongressuna um at játta pening til allar borgarar í USA

John William Joensen

Fyri at demma upp fyri ógvusligum fíggjarligum avleiðingum av coronavirusuni, boðaði amerikanski fíggjarmálaráðharrin í gjárkvøldi frá at forsetin fór at biða kongressina um beinleiðis at sendan øllum borgarum beinleiðis peningahjálp til øll sum hava tørv á hjálp.

Hann vildi ikki nevna nøkur tøl og vísti til at teir ikki enn vóru liðnir at samráðast við partarnar í kongressuni.
 
Tó tosa politiskir viðmerkjarar um at forsetin fer at biðja kongressuna játta 1.000 $ (uml. Kr. 6.800,-) til hvønn einstakan borgara og 500 $ (kr. uml. 3.500,-) til hvørt barnið.
 
Nógvir stórir matvøru handlar kring USA eru byrjaðir at hava serligar klokktímar har tað bert er opið fyri eldri fólk og fólk sum eru í vandabólki.

Les tíðindi hjá ABC NEWS her