Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

92 føroyingar fingið staðfest smittuna

Heilsumálaráðið

Tað eru nú í alt 92 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 1942 kanningarúrslit.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Seinni í dag verða tey meira nágreinaðu hagtølini dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, og á www.corona.fo, har innlit millum annað fæst yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru.