Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dýr er barnaverð á youtube

Jóhann Lützen

Børn gerast vaksin skjótt, men ein familjufilmur blívur næstan fittari við árunum

Nú kunnu øll síggja DÝR ER BARNAVERÐ púra ókeypis. 

Ein hugnaligur føroyskur familjufilmur kemur helst væl við hjá mongum, nú børnini ikki skulu í skúla ella barnagarð. 

Filmurin fyllir skjótt 7 ár, og síðani hann varð innspældur og útgivin á DVD, er nógv hent í hesi verð.  

Nú kunnu øll síggja Dýr er barnaverð á YouTube. Vónandi er hetta ein gáva, sum fer at gleða fleiri føroyingar. 

Ja, helst er høvið tað rætta. Í hesi koronatíð mugu vit øll royna at koma við onkrum upplívgandi, sigur Steintór Rasmussen, sum á sinni skrivaði handritið og fekk framleiðsluna í lag. 

Her er leinkið til filmin: