Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Eiðis kommuna skipar fyri netbingo

eidi.fo

Eiðis kommuna skipar fyri einum heldur ørvísi tiltakið skírishóskvøld kl.19:00.

Øll húskini í Eiðis kommunu hava fingið trý bingoheftir í postkassan mánakvøldið, og ætlanin er so at tøl verða lisin upp á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu hóskvøldið. Tiltakið er fyri borgarar í Eiðis kommunu og tað er ókeypis at luttaka.

Tiltakið er fyriskipað fyri at fólk kunnu stytta sær stundir og hugna sær, samstundis sum ljós verður varpað á lokalu fyritøkurnar.

Kommunan hevur keypt vinningar frá seks ymiskum fyritøkum, talan er um: Inn á Eiði, Salong Fríbjørg í Svínáum, Salong Cassiopeia á Eiði, Sjógæti, Café Rose í Gimbrunum og Beauty Care á Eiði.

Tað er umráðandi at standa saman um lokalu privatu fyritøkurnar.