Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kópur við Oyralandið á Víkini

Oliver Joensen

 

 

Nú í nakrar dagar hevur ein bólkur av kópum, eini seks í talið, hildið til innarlaga á Boroyarvík út ímóti Núpi.

Eg kundi ikki lata vera við at fara ein túr at royna at fáa nakrar myndir. Tað eydnaðist og tí ringdi eg til Bjarna Mikkelsen frá Tjóðsavninum, at fregnast eitt sindur um kópin.

Bjarni Mikkelsen sigur, at hann hevur talt einar 600 kópar við føroysku strendurnar, so eitt gott boð kann vera at einir 1000 láturkópar eru við Føroyar.

Upp á fyrispurning um orsøkin kann vera paringstíð  til at teir hava hildið til so innarlaga á Víkini í fleiri dagar, sigur Bjarni, at tað er tað ikki. Tann tíðin er ikki nú. Ein orsøk kann vera at hetta eru ungir kópar, ið her hava funnið sær eitt hugnaligt pláss at halda til í. Kópur er sera sosialur, sigur Bjarni Mikkelsen víðari, honum dámar at halda til saman við øðrum kópum. Kanska er lætt hjá teimum at koma til eitthvørt til matnað her teir nú halda til. Segði hann at enda.

Summir fiskimenn hava við hvørt sagt, at kópurin etur og nógvan fisk av føroyska økinum. Eisini er kópurin ein orsøk til sandmaðk í fiski.

Men kópurin er eitt sera spennandi íkast til føroyska djóralívið og kanska eitt sindur ræðandi eisini.

Í hvussu so er kann tað ikki vera so, at bert tey djór, ið gagnar okkum peningaliga, skulu hava loyvi at liva.

Harleywoodpaint