Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FIFA letur pengar áðrenn tíð til limalondini

Jákup Ósá

FIFA hjálpir øllum sínum limalondum í koronakreppuni.

FIFA boðar í dag frá, at øll 211 limalondini fáa 500.000 dollarar í útgjaldi hesar komandi dagarnar. Hetta svarar til áleið 3,5 mió, sum FSF fær. Hetta er ein upphædd, sum annars skuldi koma seinni í ár, men fótbólturin er hart raktur av koronakreppuni, og tí hevur FIFA tikið hesa avgerð.